huffpuff, tað styttist skjótt. Í morgin (týsdagin 01.09.09) flúgvi eg til Danmarkar, saman við mammu og babba. Síðani verið eg í dk til fríggjadagin (04.09.09), tá ið eg skal flúgva til Spania, har eg skal búsitast í 1ár (10 mðr.). Eg skal møta í CPH airport kl. 14:00, har eg skal hitta allar hinar AFS'ararnar úr dk, ið skulu til Spania. Síðani verður check'a-in o.a. og flúgva so úr dk kl. 15:55. Vit lenda í barajas-Madrid kl. 19:10, og haðani fara vit til staðið har vælkomulegan verður hildin, og allir AFS'ararnir verða til staðar :) ! eftir vælkomuleguna, skulu vit til síðsta stoppstaðið, og mítt síðsta er í Cádiz, Puerto Real ;) Enn veit eg ikki við vissu, um eg skal koyra við buss ella tok, ella hitt triðja, flúgva :b Og gøtan har eg skal búgva eitur Calle del Gallinero.
Kuffertið er pakka, og eisini viga :b nú er ikki nógv eftir at gera! Kanska hyggja eina eyka fer ígjøgnum kuffertið, og vita um eg havi minst til alt :)! So nú er niðurteljingin alvorliga byrja, fari avstað kl. 17:30, so nú eru bert 30½ tími eftir her í fo. ;;o ;;o
Monday, August 31, 2009
Subscribe to:
Posts (Atom)
