Sunday, February 7, 2010

sunnudagur 07.02.2010 :)

heeeeeeey aftur :D
Nú er tað ræææðuliga langt síðani eg havi skrivað síðst, men annars gongur framúrskarandi her í España :D ja, nú má eg heldur taka saman um alt, og fortelja eitt sindur av hvørjum :) Men ja, 30 november skifti eg familju, og síðani 30 november havi eg havt tað suuuber gott :) Havi tað ordiliag gott saman við nýggju familjuni. Síðani kom føðingardagurin, og tað var eisini ordiliga hugnaligt :) EFtir tað komu so jólini. Ja, jólini vóru nógv ørvísi hetta árið her í España, men ja, hvat hevði eg vænta :b Jólini vóru góð, men føldi ongantíð ordiliga góða jólahugnan sum er har heima á klettunum <3 Síðani kom nýggjárið. Vit fóru til Cádiz við familjuni, til familjuna hjá mammuni. Har hugnaðu vit okkum nógv, tóku nógvar myndir og tvætlaðu býtt, eins og øll her í Cádiz :b Men ja, myndirnar eru allar á facebook haldi eg :) Seinni um 2'tíðina fór er so til " El Puerto de Santa Maria" :) Har møttist eg so saman við øllum vinfólkunum, og vit fóru so í eitt diskotek(ball) :) Tað var ordiliga feeestligt :D! Og tá kom eg so heim um 8:30 næsta morgunin. Hugnaði og stuttleikaði mær óført :)

ja, so kom januar mánaði... vit fóru ikki í skúla aftur fyrr enn 11. januar, so vit hødvu eina viku meira fríð enn tit har heima, men 11 fóru vit so í skúla, og so byrjaði sama skemaði aftur.. Byrjaði í januar at syngja í eina kórið, og vit trena hvønn týsdag og fríggjadag :) Nú dansi eg ikki meira flamenco, spæli heldur ikki tennis, tí tað liggur sama dag eins og kór, og vil heldur syngja :) men jú, januar gekk við fúkandi ferð eins og altíð. Fór at renna í eini rennikapping, og har bleiv eg so nummar 1 :D Havi keypt mær nýggjan guittara, nýggja súkklu, og nú eri eg byrja at ganga í fitness :) alt í alt, her er hent nógv spennandi :) Beint í áðni var eg og tók mynd av súkkluni og havi tiki mynd av guittaranum, so tað fari eg at koyra inná facebook, so tit kunnu síggja :) !.. Sìðsta fríggjadag, 29 januar, var eg í biograf og hugdi eftur "Avatar", geniaaaaalur filmur, og eg hugdi eftir filminum í 3D brillum, hellgens tað var KUUUL :D Kendist eins og eg var í filminum sjálv, og so knappliga kom ein hestur leypandi, og kendist eins og hann fór at leypa á meg, hahaha :D Men ordiliga kuul :D Og hvat meira ?? Ja, hetta vikuskifti, sum var nummar 6 í 201o... fríggjadagin fór eg so fyrst í skúla um morgunin, seinni heim, undir brús, át og alt hatta.. So um 5'tíðina fór eg í ein yvirraskilsis føðingardag hjá Guille, tað var ordiliga stuttligt, ótu nógv gott, og hugnaðu okkum óført, havi onkrar myndir av tíð, so tað fari eg at koyra á facebook :) Seinni um 8 'tíðina fóru vit so at keypa eina føðingardagsgávu til eina vinkonu, og seinni fóru vit so út á gøtuna eins og altíð.. Tað var ordiliga hugnaligt´<3Ídag hava vit so verið hjá fasturini og etið døgurða :) Leeekkurt :) Vit ótu úti ídag, tað vóru um 18-20 stig, so tað var ordiliga lekkurt :D! Men ja, vónandi ferð tað at byrja at verða eitt sindur heitari nú!!.. Tað er ikki so ræðuliga leingi afturat, so kemur sólin ordiliga framm, og vit byrja at fara á strondina.. Og 5 og 6 mars fari eg til Granada "Sierra Nevada " at skiða saman við øllum skiftisnæmingunum, ið eru her í Andalucía, so tað eri eg ooordiliga spent til :D so seinni í Mars, t. 18 mars fari eg til Frakland, til París við flokkinum her :D! Vit verða har í 8 dagar, so tað verður ooordiliga spennandi, tað eri eg eisini ordiliga spent til :) So tá ið vit koma heima úr Fraklandi, er páskaferia :D..... :D:D:D

Men ja, tað næsta sum er á skránni er "Carnaval" :D So komandi vikuskifti fara vit øll vinfólkini at sova í húsinum hjá einum vinmanni, so tað verður sikkurt ordiliga huganligt :D! Men ja, nú má eg heldur sleppa mær, vit fara nú at eta nátturað her :) So ímorgin skal eg aftur í skúla.. huff... men tað er bara at herja á :b Nåh, men eg fari at sleppa mær nú.

Vónandi hava tit øll har heima á klettunum suuuuuber gott <3
Nógvar mussar, nógv klemm og nógvir 1000 tankar <3<3
Birita :)