Sunday, October 18, 2009

18.10.2009 :D

Heeey aftur :D
Ja, nú var aftur sunnudagur og so skulu vit aftur í skúla ímorgin !!.. Hetta vikuskifti havi eg verið her í Puerto Real, eins og øll hini vikuskiftini :D:D! Men ja, eg var úti og át við Nieves fríggjakvøldið, og ígjar vóru vit bara á Paseo Maritimo, sum er beint við strondina :) ! men ja, eitt gott vikuskifti <3 og næsta vikuskifti skal eg til Sevilla :D:D! Gleði meg ordiliga nógv! Har skulu vit á AFS'camp ;) fari fíggjadagin kl.17:38, og verið heima aftur sunnudagin 19:15! so alt vikuskifti í Sevilla. Gleði meg at møta hinum her í Andalucia.. Annars fann eg útav ídag at ein onnur genta úr Føroyum er á AFS í Portugal ;o Visti eg slett ikki av! So eg havi ein nábúgva, ikki so rææðuliga langt burtur :0)!
Men aja, annars havi eg bara studera sum eitt svagt í allan gjár og í allan dag! huff'puff.. Skal ti roynd ímorgin í sponskum og týsdagin í spanskari søgu og fríggjadagin í rokning... So havi úr at gera her við skúla osfr.. Men aja... Eg veit ikki so ræðuliga nógv meira at fortelja tykkum!.. eg má heldur fara at leggja meg at sova nu! Góðanátt øll somul! Og havi tað nú so suuber gott ;)
10000 mussar og klemm úr Spania <3
Góðanátt :)
Birita..

Wednesday, October 14, 2009

14.10.2009 :)

Ja, nú havi eg verið í España í 1 mánað og 10 dagar :) Alt gongur suuber gott, so tað er ordiliga deiligt ;)
Men ja, ígja´r var eg til mín næsta triðja tíma í guitar! Tað gongur frmá við fullari ferð ;) Og eg var eisini til mín næsta tíma í tennis! Tað gekk eisini ordiliga gott :D ! So alt gongur suuber gott :) ídag havi eg verið í skúla frá 08:00-14:30, eins og allar aðrar dagar :) ! Síðani út at eta við einum polakka saman við familjuni! Tað var onkur lærari úr Pólandi :) Ein blíður maður, tað skal hann eiga! So eg fekk eisini at sindur av polskum við :D! Men tað er ringt ;o !! Síðani heim! So havi eg verið í bankanum og tiki eitt sindur av money út, og so heim aftur! Síðani í Mercadona og í skúlanum, og so heima. Gjørt styrki og smidigheit, fyri at halda eitt sindur við líka! Síðani undir brús, etið oooooog nú fari eg at leggja meg at sova :D! jiiha! Seingin rópar eftir mær! Eri øgiliga móð ídag og mangli alvorliga svøvn ! Men ja, kl. er 22:14, so eg fari at leggja meg at sova (:
Alt tað allar besta herfrá <3
Góðanátt øll somul!
1000 mussar og klemm <3
Birita. <3

Monday, October 12, 2009

Calle la Plaza


Yo y Adela en la calle la Plaza! Vit verma okkum eitt sindur :b


Har eru vit á veg til the Zoo :)
frá vinsrtu : Maritere (Maria Teresa), Mariana, eg og Isa (Isabel)

12. oktober

heeeeey aftur :)

ja, nú er nokkso langtsíðani tit fingu eina ordiliga update! síðani eg minnist ikki... men ja, mánadagin gjørdi eg einki serligt, gjørdi skúlating og annað! Ja, var heima her hjá host familjuni! Og týsdagin, tá fór eg til mín fyrsta "sang" tíma.. Men so kom eg til húsið, har tímin skuldi verða, og har kom ein maður, og fortaldi at tað skuldi ikki verða fyrr enn hósdagin kl. 20:00, nåh okey ! so heim aftur... so seinni týskvøldið, tá fór eg til mín fyrsta tennis tíma :D Tað var ordiliga stuttligt, og tey sum eg spæli tennis saman við eru meega fitt <3 So bara gott um tennis :D Men ja, so mikudagin, hvat gjørdi eg tá?? eg gjørdi skúlating, studeraði sindur spanskt, og ja, slappaði av :) hósdagin fór eg so til orienteringsrenning sum vanligt, og ja, tað dámar mær ORDILIGA væl :) tey sum eg treni saman við eru suuber fitt, og venjararnir eru eisini ordiliga fittir (: So tað er all good :) So seinni fór eg til handan vælsignaða "sang" tíman, og tá ið eg so kom har, so uppdagaði eg at tað var als ikki sangtími, men sovorin tími har ein lærur at lesa nótar, og um tónleik osfr. Do re mi fa sol la si ... so tað er alvorliga miskylt :/ Host pápin her í húsinum segði so aftaná, at hann hevði allatíð vit at tað vóru sovornir tímar, men hann vildi bara at eg skuldi sjálv finna útav tí :0) !! Men aja, tað skaðar so ikki at ganga til eitt sindur av tónleiki, men sakni hóast alt sangin ræææðuliga nógv :( ! men so aftaná sang tíman fór eg til guitar! Tað er ordiliga spennandi at læra klassiskan guittara (spanskan guittara), so tað er suuber ;) Men annars alla hesa vikuna havi eg bara gingið runt á skriða húðina av mær, havi svagliga nógv myggstikk, og tað skriðar sum eg veit ikki hvat!! ;O Men havt hendi so fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin?? mh' fríggjadagin var eg úti saman við vinfólkunum, og leygardagin fór eg í Zoo við vinfólkunum her! Eg uploadi akkurát myndir á facebook frá the Zoo :D So kunnu tit síggja :) ! men ja, tað var ein ordiliga hugnaligur dagur <3 Men eisini forferdiliga heiiitur ;o ! Her er øgiliga heitt :O ... men ja, eg havi fingið eitt sindur av farvu nu ;) men ja, vit fóru á jarnbreytarstøðini kl. 11:30 um morgunin, men 4 av okkum náddu ikki at keypa billettir! Og so máttu vit bara hoppa í toki, fyri at sleppa við! So kom kontrollmaðurin, men hann var tíbetur so fittur at vit sloppu at keypa billett inni í tokinum, so vit fingu onga bót! (: men so komu vit til Jerez, og so gingu vit leiiiiingi áðrenn vit komu til the Zoo :) so gingu vit runt, tóku myndir, ótu, hugdu eftir ymiskum djórum, og tá ið klokkan var um 6, tá fóru vit til busssteðgistaðið! Toki hjá okkum fór avstað kl. 18:35, men vit vóru ov sein, so vit sótu fitt og bíðaðu til klokkan var 19:45 ! So sloppu vit endiliga heim! og so var eg heima um 20:30 tíðina! ein langur dagur! SO skundaði eg mær undir brús, át nátturað, og síðani fór eg út aftur við vinfólkunum :) ! og ígjár vóru eg og Maria Angeles úti og súkkla ein langan súkklutúr! Og so seinni fór eg út við vinfólkunum! So var bitch fight á gøtuni! hahahaha.. tvær gentur bardust, og so aftaná ein harðan bardaga, klemmaðust tær sum eg veit ikki hvat?? Locas y tontas :0) hehehe.. men tvætl, tað var einki serligt! Var bara nokkso nýtt fyri meg at síggja... men aja, vit gingu bara runt og hugnaðu okkum, tosaðu osfr. og ídag havi eg ikki gjørt nakað serligt! Havi ikki verið úti ella nakað, og eg siti enn í náttklæðum, og klokkan er 19:00 :b Má heldur fara út ein súkklutúr ella okkurt! Fyri at røra meg eitt pikkilítið sindur :) Men tað spanska gongur nógv betur! So ja, tað kemur við fullari erð ;)
Nåh, men eg fari at seta meg at spæla domino ella kort við Eugenio :D! So vit hoyrast bara eina aðruferð :) vóni at tit hava tað ordiliga gott har heima í Føroyum <3
alt tað besta her úr Spania og nógvar mussar og nógv klemm <3
Birita <3

Saturday, October 10, 2009

10. oktober :D

Ja, nú eru longu 6 dagar síðani eg skrivaði seinast! Tíðin flýýýýýgur avstað!! Men ja, beint nú havi eg ikki tíð at fortelja tykkum um hesar 6 dagar osfr, men kl. er 11:05, og eg fór upp kl.10:00 ímorgun! Eg má skunda mær ordiliga nógv, tí eg skal verða á Plaza Jesus um 25 min. og tað er ein løta at ganga!! So nú bíði eg bara eftir pápanum, til hann kemur við sandwich'inum sum eg skal hava við! :) Eg skal nemliga í zoo við vinfólkunum. So nú er myndatóli klárt, eg eri gjøgnumsigtig, so eg eri klár at fara ! (: Men eg verið noydd at fara nú! So meira um hasar 6 dagarnar og um zoo, seinni í dag, ella ímorgin :D !
Góða heysferiu øll somul <3 - annars hava vit ikki heystferiu her... :(
Men ja, alt tað besta :x
muss og klemm <3
Birita :)

Sunday, October 4, 2009

4. oktober :)

Hey.. So var eg aftur :)
men ju, her gongur strálandi :) ìdag er øgiliga heitt, og vit hava verið ein laaangan súkklutúr uppá uml. 10 km! Men ja, ikki einsamøll, bestemt ikki heldur :0) ! Har vóru nemliga eini 1500 onnur :D! ìdag hevur verið súkkludagur her í Puerto Real "Día de la bicicleta" :) men ja, tað var bara hugnaligt :)
men ja, havi tikið nógvar myndir!!

ígjár (03.10.2009), var eg í Cádiz saman við host familjuni her! Vit fóru í El corte Inglés, og so eisini í ein musikk handil at keypa eina bók, sum eg skal nýta til guittartímarnar :) ! Men aja, eftir tað fóru vit so á eina restaurant har, við nógvari SKINKU ;o ella grísakjøti :b ! Men ja, tað smakkaði fínastaslag! Desertin var góð, ein lekkur sjokuláta kaka :D!mmmmh. :D
men so seinni fóru vit heima aftur! So fór eg út ein túr við einari vinkonu, um 8'tíðina, bara ein gangitúr fyri at fáa fríska luft, og so heima aftur kl. 21:30 at eta nátturað! So komu 3 vinkonur heim til mín um 11'tíðina, og síðani fóru vit út :) ! Men so gingu vit runt ymsa staðni, prátaðu við onnur fólk, og møttu nógvum øðrum vinfólkum <3 Men ja, so mátti eg heim aftur! Skuldi verða heima kl. 00:30-01:00, so tað sokkaði :/ ! Men tvætl, eg hevði tað stuttligt :D ! men ja, eg veit ikki so forferdiliga nógv annað at siga! ímorgin byrjar vikan aftur, og aftur í skúla !!... so nú fara vit at eta, og eftir tað gera skúlating ;b

Vit hoyrast <3 Muss og klemm xxx

Birita<3

Thursday, October 1, 2009

1. oktober :D

ja, nú er tað longu 1. oktober, og tað er ein máni síðani eg fór úr Føroyum! So tað eru 9 mðr. afturat, so verið eg longu heim aftur <3 men ju, her gongur ordiliga gott!! Eg byrji at trívast alt betur, og mær dámar væl flokkin í skúlanum so tað er ordiliga gott (: ! Men ja, foreldrini her í húsinum eru sera løgin, men tað er ein vanasak eins og so nógvar aðrar her :0) ! Men aja... hvat skal eg siga ?? ímorgin er tað VIKUSKIFTI! so tað verður ooooordiliga deiligt (: men ídag havi eg verið í skúla, síðani havi eg verið óg trena orienteringsrenning, og nú seinni, um 45 min., tá fari eg til mín fyrsta guittartíma :D ! Tað gleði eg meg til! Men ja, eri troytt ídag! Fór nokkso seint í song :i, og tíðliga upp! Hoyrt nóóóóóógv spanskt, lisið, rokna runnið, og alt møguligt! so eg eri troytt !! Men aja, eg eri nú sloppin inn í tennis klubbin eisini, og eg sleppi at spæla saman við royndum spælarum :D! so tað er ordiliga gott ;) ! Men jú, eg havi eitt sindur av nervum, tí at tey eru roynd, og eg havi ALDRIN spælt tennis! einaferð hildi í einum tennis ketchara, okkurt við badminton at gera, men aldrin spælt tað, so tað verður ordiliga spennandi :) !men aja, eg veit ikki so forferdiliga nógv meira at siga :0) ! nú fari eg so at sleppa mær avstað, so eg ikki verið ov sein til fyrsta guitartíma :D!!
alt tað besta <3
muss og klemm her úr Spania frá mær <3
Birita<3