Sunday, October 18, 2009

18.10.2009 :D

Heeey aftur :D
Ja, nú var aftur sunnudagur og so skulu vit aftur í skúla ímorgin !!.. Hetta vikuskifti havi eg verið her í Puerto Real, eins og øll hini vikuskiftini :D:D! Men ja, eg var úti og át við Nieves fríggjakvøldið, og ígjar vóru vit bara á Paseo Maritimo, sum er beint við strondina :) ! men ja, eitt gott vikuskifti <3 og næsta vikuskifti skal eg til Sevilla :D:D! Gleði meg ordiliga nógv! Har skulu vit á AFS'camp ;) fari fíggjadagin kl.17:38, og verið heima aftur sunnudagin 19:15! so alt vikuskifti í Sevilla. Gleði meg at møta hinum her í Andalucia.. Annars fann eg útav ídag at ein onnur genta úr Føroyum er á AFS í Portugal ;o Visti eg slett ikki av! So eg havi ein nábúgva, ikki so rææðuliga langt burtur :0)!
Men aja, annars havi eg bara studera sum eitt svagt í allan gjár og í allan dag! huff'puff.. Skal ti roynd ímorgin í sponskum og týsdagin í spanskari søgu og fríggjadagin í rokning... So havi úr at gera her við skúla osfr.. Men aja... Eg veit ikki so ræðuliga nógv meira at fortelja tykkum!.. eg má heldur fara at leggja meg at sova nu! Góðanátt øll somul! Og havi tað nú so suuber gott ;)
10000 mussar og klemm úr Spania <3
Góðanátt :)
Birita..

No comments:

Post a Comment