heeeeey aftur :)
ja, nú er nokkso langtsíðani tit fingu eina ordiliga update! síðani eg minnist ikki... men ja, mánadagin gjørdi eg einki serligt, gjørdi skúlating og annað! Ja, var heima her hjá host familjuni! Og týsdagin, tá fór eg til mín fyrsta "sang" tíma.. Men so kom eg til húsið, har tímin skuldi verða, og har kom ein maður, og fortaldi at tað skuldi ikki verða fyrr enn hósdagin kl. 20:00, nåh okey ! so heim aftur... so seinni týskvøldið, tá fór eg til mín fyrsta tennis tíma :D Tað var ordiliga stuttligt, og tey sum eg spæli tennis saman við eru meega fitt <3 So bara gott um tennis :D Men ja, so mikudagin, hvat gjørdi eg tá?? eg gjørdi skúlating, studeraði sindur spanskt, og ja, slappaði av :) hósdagin fór eg so til orienteringsrenning sum vanligt, og ja, tað dámar mær ORDILIGA væl :) tey sum eg treni saman við eru suuber fitt, og venjararnir eru eisini ordiliga fittir (: So tað er all good :) So seinni fór eg til handan vælsignaða "sang" tíman, og tá ið eg so kom har, so uppdagaði eg at tað var als ikki sangtími, men sovorin tími har ein lærur at lesa nótar, og um tónleik osfr. Do re mi fa sol la si ... so tað er alvorliga miskylt :/ Host pápin her í húsinum segði so aftaná, at hann hevði allatíð vit at tað vóru sovornir tímar, men hann vildi bara at eg skuldi sjálv finna útav tí :0) !! Men aja, tað skaðar so ikki at ganga til eitt sindur av tónleiki, men sakni hóast alt sangin ræææðuliga nógv :( ! men so aftaná sang tíman fór eg til guitar! Tað er ordiliga spennandi at læra klassiskan guittara (spanskan guittara), so tað er suuber ;) Men annars alla hesa vikuna havi eg bara gingið runt á skriða húðina av mær, havi svagliga nógv myggstikk, og tað skriðar sum eg veit ikki hvat!! ;O Men havt hendi so fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin?? mh' fríggjadagin var eg úti saman við vinfólkunum, og leygardagin fór eg í Zoo við vinfólkunum her! Eg uploadi akkurát myndir á facebook frá the Zoo :D So kunnu tit síggja :) ! men ja, tað var ein ordiliga hugnaligur dagur <3 Men eisini forferdiliga heiiitur ;o ! Her er øgiliga heitt :O ... men ja, eg havi fingið eitt sindur av farvu nu ;) men ja, vit fóru á jarnbreytarstøðini kl. 11:30 um morgunin, men 4 av okkum náddu ikki at keypa billettir! Og so máttu vit bara hoppa í toki, fyri at sleppa við! So kom kontrollmaðurin, men hann var tíbetur so fittur at vit sloppu at keypa billett inni í tokinum, so vit fingu onga bót! (: men so komu vit til Jerez, og so gingu vit leiiiiingi áðrenn vit komu til the Zoo :) so gingu vit runt, tóku myndir, ótu, hugdu eftir ymiskum djórum, og tá ið klokkan var um 6, tá fóru vit til busssteðgistaðið! Toki hjá okkum fór avstað kl. 18:35, men vit vóru ov sein, so vit sótu fitt og bíðaðu til klokkan var 19:45 ! So sloppu vit endiliga heim! og so var eg heima um 20:30 tíðina! ein langur dagur! SO skundaði eg mær undir brús, át nátturað, og síðani fór eg út aftur við vinfólkunum :) ! og ígjár vóru eg og Maria Angeles úti og súkkla ein langan súkklutúr! Og so seinni fór eg út við vinfólkunum! So var bitch fight á gøtuni! hahahaha.. tvær gentur bardust, og so aftaná ein harðan bardaga, klemmaðust tær sum eg veit ikki hvat?? Locas y tontas :0) hehehe.. men tvætl, tað var einki serligt! Var bara nokkso nýtt fyri meg at síggja... men aja, vit gingu bara runt og hugnaðu okkum, tosaðu osfr. og ídag havi eg ikki gjørt nakað serligt! Havi ikki verið úti ella nakað, og eg siti enn í náttklæðum, og klokkan er 19:00 :b Má heldur fara út ein súkklutúr ella okkurt! Fyri at røra meg eitt pikkilítið sindur :) Men tað spanska gongur nógv betur! So ja, tað kemur við fullari erð ;)
Nåh, men eg fari at seta meg at spæla domino ella kort við Eugenio :D! So vit hoyrast bara eina aðruferð :) vóni at tit hava tað ordiliga gott har heima í Føroyum <3
alt tað besta her úr Spania og nógvar mussar og nógv klemm <3
Birita <3
Monday, October 12, 2009
Subscribe to:
Post Comments (Atom)

No comments:
Post a Comment