Wednesday, December 9, 2009

09.12.2009

wiiiie, so var eg 16 ár :D:D:D
Men ja, nú er tað eitt sindur síðani eg havi skrivað seinast. Men aja, nú búgvi eg hjá nýggjari familju, og her havi eg tað ORDILIGA GOTT! Tey eru ordiliga góð við meg, og ja, trívist ordiliga væl her ((:
Men aja, mánadagin var føðingardagurin hjá mær, og ja tað var annaleiðis, men tó ein góður føðingardagur :) Men ja, sunnukvøldið gav familjan mær so eina gávu, eg fekk eina bamsu sum er ein kúgv, tí at eg elski mjólk, so tey høvdu keypt mær eina kúgv :D! hahaha .. ordiliga fitt.. :) men ja, tey góvðu mær gávuna sunnukvøldið, tí tíðliga mánamorgunin skuldu foreldrini til arbeiðis.. Og so kom mánadagurin, eg var heima saman við systrunum, var og keypti inn við teimum, og so seinni um 7'tíðina fór eg út við vinkonunum <3 So fóru vit á eina café, og frá teimum fekk eg so ein ordiliga penan gráan frakka og eina inniskógvar at ganga inni í, hehe!.. ordilia fitt <3 og so seinni um kvøldið fór eg so út við øllum vinfólkunum, og tey sungu í langar banar fyri mær ((: so alt í alt ein ordiliag góður føðingardagur (: Og so týsdagin tá ið pápin hevði fríð, fóru vit at bowla og at eta á einari japanskari matstovu :D! haha..
men ja, alt í alt gongur tað oordiliga gott!
Eg eri akkurát komin heima aftur úr skúlanum, havi verið og sungið, tí nú gera vit klárt til 21 og 22, har tað verða nógv tiltøk í skúlanum, men ja, eg skal so hava eina konsert, so tað gleði eg meg ordiliga nógv til :D! men aja, nú má eg heldur sleppa mær, má studera eitt sindur nu!... nú eru royndir í langar banar! Nú endar fyrsta "trimestri" ! Og planurin er at klára tað ;) :D
Vónandi hava tit tað ORDILIGA gott har heima! Alt tað ALLAR besta <3
Sakni tykkum øll so nógv, og nú´um jóltíðir, ufff...
men aja, tað er ikki so ræðuliga leingi, so eri eg aftur á klettunum! Tað gleði eg meg til <3
Nógvar mussar og nógv klemm <3
Gleðilig jól øll somul <3
Birita :)

No comments:

Post a Comment