Tíðin FLÝGUR avstað! Og nú havi eg verið í Spania í 105 dagar :D! Men ja, nú gongur suuuber gott. Búgvi hjá nýggjari familju, og tað gongur ordiliga gott her :) Tey eru ordiliga góð við meg, so eg havi tað ordiliga gott :) Men ja, eg búgvi saman við tveimum foreldrum, og so trimum systrum. Mamman og pápin eita; Eva og Ernesto o systrarnar; Natalia, Pequi og Ana :) var inni í Cádiz tá ið øll jólaljósini vóru tendra, åh sum tað var pent, ella enn er tað pent :D! Men ja, so nú fáa vit jólaferiu týsdagin. Og nú vóru allar royndirnar so lidnar :D! Endiliga. Men ja, havi so klára alt uttan eina roynd, so eg eri suuuber glað! :D:D:D
ígjár var eg ikki í skúla, tí eg var noydd til at fara til Cádiz at orna pappírini á politistøðini, at skifta adressu osfr. :b So fóru vit eisini líka at shoppa sindur :b ! Keypti mær eitt par av skóm, eina blusu/skjúrtu, belti og einar buksur :) So komu vit aftur til Puerto Real um 3 tíðina, so ótu vit, og so seinni fór eg við pápanum til læknan, tí eg havi havt so ræðuliga ilt í høvdinum hesa seinastu tíðina, havo verið forkøla sjúkliga leingi, uml. 2 mðr!.. men læknin segði alt var í ordan! Men eg fekk so nakrar tablettir fyri høvupínu! Men aja, so nu er sindur betur! So seinni setti eg meg at studera sum eitt svagligt til 2 royndir sum vóru ímorgun :b ! Men ja, so seinni í song ... Ìmorgun fór eg so upp um 07:40! SO eg mátti skunda mær nógv, tí eg mátti ikki verða ov sein í skúla, tí vit høvdu roynd kl. 8! Men ja, eg var so í skúlanum kl. 07:55, so tað var fínt! Men ja, fyrst var eg til roynd í sponskum og so seinni í søgu! Men aja, tað gekk gott haldi eg :) ! síðani havi eg tosað heim ídag :D:D! gott at práta við tykkum har heima <3 So um 5'tíðina fór eg í skúlan at syngja, at gera klárt til týsdagin, tá ið eg skal hava eina lítla konsert her á skúlanum :)(annars fari eg nokk at byrja at syngja við einum kóri í Cádiz) Men ja, so kom eg heim úr skúlanum, um 20:00! So bara verið heima, kikka tele, so nu liggi eg í seingini og slappi av (K) ímorgin kunnu vit sova leiiiiiingi :D !
ímorgin fari eg nokk við vonkonunum í eitt stórt shopping centur! Hvat annað, tað ani eg ikki :o) !
Vónandi hava tit tað genialt har heima! nóóóóóóógvar jólaheilsanar!
Alt tað besta! Hugni tykkum øll har heima <3
Un besote muuuy fuerte y un abrazo grande :D
Friday, December 18, 2009
Subscribe to:
Post Comments (Atom)

No comments:
Post a Comment