ja, hvar skal eg byrja??? Eg havi gjørt nokkso nógv síðani eg síðast skrivaði inná her! :D Men eg kann fyrst taka dagin ígjár.
Mikudagur 09.09.09, haha cool dato ;) og babba hevði eisini føðingardag ígjár, tillukku babba :*
nåh, men eg fór upp um 8 tíðina, tí eg skuldi verða í skúlanum kl. 9! Manolo y Lita fóru bæði til arbeiðis, Eugenio var heima, og Maria Angeles skuldi hjálpa í bókasavninum í skúlanum, og so fór eg bara við :) ! So var eg í skúlanum til kl. var uml. 14, haldi eg :b So eftir tað, heim at eta døgurða, og so ringdi Pablo og spurdi um eg hevði hug at fara til Cádiz. So fóru vit til Cádiz um 5'tíðina. vit vóru 4: Alicia, Pablo, Eze y yo :D (y yo- og eg) vit hugnaðu okkum ordiliga nógv, vóru í parkini í gamla partinum av Cádiz, sum er alvooorliga pent, og so vóru vit inni í kirkjum, flottar, og so fóru vit á eina arabiska café, hehe stuttligt :D vit sótu næstan niðri á gólvinum. Sóru bara á pútum. So fóru vit víðari! Vit gingu bara runt og prátaðu, hugdu eftir ymiskum o.t.! SO fóru vit út við havi, tá ið sólin fór niður! Pent pent <3 muy bonita/o :b so aftaná tað avgjørdu vit at eta nátturða í Cádiz,og fóru so á eina italienska resturant! Vit sótu uttanfyri og ótu, og fingu okkum pizza. Mhh, me gusta mucho (; Hvat hendi so?? Ju, so fóru vit heim :) ! heim i song :p, tí at tey lítlu børnini fóru í skúla ídag, so tískil var tað onkur av okkum 4 sum var noyddur til at fara tíðliga heim, tí teirra systkin skuldu í skúla morgunin eftir!!. Nåh, men hattar var gjárdagurin! :D
Tað er hent nógv nógv annað, dagarnar áðrenn! Og eg havi millum annað verið á strondini í Cádiz, við Manolo, Eugenio y Maria Angeles (host familjan). So hava vit eisini verið súkklu túr ymska staðni, osfr. Eg havi eisini verið í San Fernando og shoppa við Pablo og Aliciu og alt gott ;) Vitja skúlan, og heilsa uppá nógv ymisk fólk! Og eg haldi at fólkini her niðri eru ómetaliga fitt og blíð, og taka væl ímóti mær! Og ja, ídag (10.09.09) havi eg ikki gjørt so ómetaliga nógv spennandi! Verið inni í Cádiz og orna okkurt á politistøðini, og gjørt meg til borgara her í Puerto Real, og sovorðið fjas sum skal gerast :0)! aja, eg veit ikki so nógv annað at siga! :b ååh, annars so er mín adressa her í España: Calle Gallinero, 66 , Puerto Real, Cádiz, 11510, Spain. So um tit vilja senda mær bræv her niður til Spania, so er bara at skrivað hatta á brævbjálvan, so skuldi tað ligið í postkassanum her nakrar dagar seinni :) !
nåh, men hvat meira.. ?? Eg haldi at vit skulu í skúla týsdagin, men eri ikki heilt sikkur, men aja! Tað verður so "next step" ;) ! Og tað gleði eg meg til (: ! Og sunnudagin verður ein sovorin flúgvarafestivalur í Cádiz, har flogfør fara at flúgva runt uppi í luftini í flottum mynstrum o.t. :D Gleði eg meg MEGA nógv til :O !!! Sá tað í sjáonvarpinum ídag, meeeega flott ;o :D:D ! nåh, men eg haldi ikki eg havi so nógv annað at siga beint nu! Alt alt tað besta herfrá, og havi tað suuber gott <3 Vit hoyrast :* Adios
Thursday, September 10, 2009
Subscribe to:
Post Comments (Atom)

No comments:
Post a Comment