Ídag er 20 september og eg havi nú verið í España í 16 dagar! Uhaha, tíðin rennur! hon spurtar :i :D !! Havi siti og gjørt skúlating nú ímorgun, so er tað ikki eftir at gera. Men aja, ígjár var eg úti og rann, hugdi í film við Maria Angeles, og seinni um kvøldið fór er út við nøkrum vinfólkum. Og so eisini møtt nógvum nýggjum fólki :) ! Vit gingu bara runt á gøtunum, sum er tað vanliga sum tey ungu gera her í Puerto Real. Og síaðani skuldi eg heim kl. 00:30! Nokkso tíðliga, men tvætl, tað bilar ikki. Eg havi bara verið her í 16 dagar enn soe... Men vaknaði um 9 tíðina ímorgun. Øll hini svóðu, so eg legði meg bara at hyggja eftir filmi: Ice Age 3 :D haha, me gusta ;) Síðani upp at eta morgunmat, og so gjørt skúlating ! Nú siti eg so bara her og slappi av. ì skúla aftur í morgin... Stravi! Blívi sansaleys av øllum hesum spanksa, og onkuntíð havi eg høvupínu av tí ;o !! Men tvætl, tað verður betur, tá ið eg fari at duga spanskt :) Men her er ikki so øgiliga nógv nýtt! Eg og Manolo hava verið runt í Puerto Real, og leita eftir ítótti, men..... her er hvørki fimleikur, badminton ella hondbóltur :/! Men tvætl, so má eg bara royna okkurt nýtt :) ! Eg havi skrivað meg á ein tennis lista, og 25 sep. verður listin hongdur upp, og tá fái eg at vita um eg sleppi at trena við ella ikki.. Men eg hopi tað ;)! So fari eg eisini at prøva eitt sum eitur orientering(ella okkurt sovorðið). Tað er at ein skal renna eftir einum korti. Nøkur av mínum vinfólkum trena tað, og siga at tað er sera ringt, tí ein skal renna og lesa kortið samtíðis!! Men tað fari eg so at prøva hósdagin. Teir vinirnir sum trena orientering skuldu til kapping ímorgun, soe ;) Men hvat meira? Høvuðsítórttagreinarnar her í Puerto Real eru Kurvabóltur, fótbóltur og flogbóltur! Soe kanska eg fari at royna okkurt sovorðið, um eg havi tíð :b Eg havi nemliga eisini planir um at dansa flamenco, sum "host" systirin: Maria Angeles gerð! Tað er so eitt sindur av mentan ;) Men annars so hava eg og Manolo verið í einum informatións húsi, fyri at fáa informatión um guittarlærarar, men tað var stongt um kvøldið, soe! Vit mugu prøva annan dagin ;)! So eg kanska dugi at spæla spanskan guittara tá ið eg komi heim aftur :D ! Men aja, lat meg nú fyrst læra spanskt :) ! Men aja, allur ítrótturin byrjar í næstu viku og fyrstu viku í oktober, so tá fái eg nærri at vita hvat og hvussu ;)! So nú er ikki so nógv eftir at siga!? Eg havi tað gott, hóast eg leingist nógv eftir øllum har heim! Familju, vinum, málinum, ítórttinum, og eisini skúlanum, og ja rætt og slætt øllum... Men eg haldi at tað hoyrir til! Tað verður betur við tíðini ;) Familjan her eru ordiliga góð við meg so tað er gott ! hvussu gongur heima í Føroyum? gleði meg at hoyra frá tykkum :)
Alt tað besta <3
Birita.
Sunday, September 20, 2009
Subscribe to:
Post Comments (Atom)

No comments:
Post a Comment