Tuesday, September 1, 2009

so var eg í dk...

allar fyrst; takk fyri tit øll sum vóru og vitjaðu meg ígjár! tað var ordiliga hugnaligt, og tað gleddi meg <3 Góð við tykkum øll :x men ja, dagurin ídag hevur verið sera harður! upp kl. 08:00 ímorgun! Pakka tað allar síðsta! Síðani oman í skúla kl. 09:30 at vitja flokkin <3 var í skúlanum til kl. var uml. 11! síðani fór eg á gátt hjá Sámal, og har var eg so til kl. var 12m tá ið eg noyddist at fara heim at gera alt púra klárt!! Síðani komu Maria og Rókur at vitja meg! og so var fari úr Vestmanna.... men aja, sum Kristina segði; vit skulu ikki siga bei, vit eiga at siga, vit síggjast<3 og sum ein annar segði; tak tað bara sum eitt laaangt vikuskifti, osfr. !! Eftir at hava sagt bei við øll vinfólkini í vestmanna,(snøft'snøft) og nógv tár vóru trillað eftir kinnunum, so fóru vit á Stykki at siga bei við Barbaru og Askur! Síðani kom Annika at koyra mammu, babba og meg vestur. Og skuldi eg siga bei (vit síggjast) við mínar elskaðu systrar, og tað var als ikki lætt :'( !! men aja, vit síggjast aftur um 10 mðr. ;) eg skal nokk royna at skr. so ofta sum gjørligt inná her (': !
men aja, vit komu so til Danmarkar um 20:30 danska tíð, og fóru so beinleiðis heim í íbúðina. Mamma, babba og eg hava bara hugna okkum í kvøld. ´
Nú liggi eg og lesi allar heilsaðarnar sum tit hava skrivað har heima<3 1000 takk fyri øll somul! <3
vit síggjast og ikki minst hoyrast :* ;D

No comments:

Post a Comment