Kl. er nu 12:20. Eg fór upp kl. 10 ímorgun, og havi so etið morgunmat og gjørt skúlating til ímorgin!. So nú siti eg bara og slappi av, lurti eftir tónleiki, og lesi eitt sindur í sponsku-føroysku orðabókini, sum mamma hevur sent mær :) ! Hon sendi mær eisini lakres :D mmmh..!! Tey hava eingi lakres ;o !! Men allíkavæl hava tey nógv bomm ;ii ! Og verðins lekkrastu appilsinir :D ! Men eingor drekkamunnar sum har heima hjá okkum!! Men ígjár var eg í einum surprise party, sum vit hildu fyri Mariu :) Hon fylti 17 hósdagin. Fyrst fóru vit at keypa inn, og síðani fóru vit í eitt hús, har vit skuldu halda veitsluna! Vit hildu veitsluna í einum rúmi, haldi at tað var ein flokkstova hjá børnum!! Men so fóru vit í gongd við at pinta sindur! Blása ballónir upp, seta borð upp! Og dekka borð, koyrdu kips og alt sum øll høvdu keypt í skálir og annað! So settu við SingStar til sjónvarpið, osfr. So fingu vit at vita at Maria var á veg, og so fóru øll at goyma seg! So kom hon inn og øll hoppaðu fram og róptu: SURPRISE !!! Síðani fóru øll at eta alt tað, ið øll høvdu keypt! Vit sungu SingStar, spældu Twister, flentu og hugnaðu okkum! og vit hildu so á til kl. var uml. 09:45-10:00, so fóru vit at rudda upp!! so fóru øll út! So gingu vit runt á "the streets", heilsaðu uppá fólk og tosaðu! Tóku myndir o.a. !! Men aja, síðani fóru vit at keypa okkum okkurt at eta! Vit keyptu bocapizza: bocadillo er ein tvíflís, og bocapizza er ein helvt av einari tvíflís, vit pizza fyllu omaná! Eftir tað fylgdu Carola, Nieves og Cintia mær heim!! So var eg heima... Og Manolo og Lita sótu og hugdu í sjónvarp, so eg setti meg líka eina løtu at hyggja eftir Titanic saman við teimum! Åh, ein góður filmur <3!! Men síðani fór eg uppá loft, setti meg at skrivað dagbók! Eg havi skrivað dagbók hvønn evig einasta dag higartil !! :D Síðani legði eg meg í seingina at lurta eftir tónleiki í ipod'inum, so eftir tað sovnaði eg.. so tað er tað heila! So aftur til verka ímorgin!! huffpuff... men ja, tað spanska hjá mær er alvorliga betra ;) Og tað kemur so spakuliga! So nú kann eg tosað og skilja nokkso nógv, í mun til síðastu viku.. so vónandi kemur tað skjótt ;)! :) so seinni ídag fari eg nokk út at renna, og so veit eg ikki nógv meira :0) ?? Men ja, fortel mær, hvat hendur har heima??
Leingist eftir tykkum øllum har heima! Vónandi hava tit tað suber gott. <3
Alt tað besta og muss & klemm :x
Birita.. <3
Sunday, September 27, 2009
Subscribe to:
Post Comments (Atom)

No comments:
Post a Comment