ìhje, hendan vikan er flooogin avstað!! Havi púrasta gloymt at skrivað mín blog :b !
men ju, her gongur væl! Men veðrið er ikki av tí allar besta ídag! Regnar illa, og her skal sigast at, tá ið tað regnar her, so REGNAR ILLA!! Kempistórir dropar ;o ! Og so hevur tað verið tora í alla nátt! Men líkamikið, tað kann ikki altíð verða gott! Hetta er aðruferð tað regnar síðani eg kom! Men ja, í gjárkvøldið var eg úti saman við vinfólkunum, úti á "the streets" :b Men ja, tað var meega festligt :D Vit hugnaðu okkum óført, og tað var ordiliga skeg :) ! Vit gingu runt, heilsaðu uppá fólk, tóku nógvar myndir osfr. Og í kvøld fara vit at halda surprise party fyri einari vinkonu, tí hon fylti hósdagin ;) !! so ídag havi eg verið úti við Mariu Angeles(host systrini), og keypt eina gávu til vinkonuna Mariu <3 So eg gleði meg til í kvøld :D !
Men hvat havi eg gjørt alla hesa vikuna??? ´- eg havi verið í skúla hvønn dag frá 8:00 til 14:30, heim og síðani gjørt skúlating og so okkurt annað :b ! Men hósdagin var eg so til orenteringsrenning, og tað var ordiliga kuul ;)! Og fólkini har eru ordiliga fitt! Øll eru so blíð :) men tá ið eg kom heim, fekk eg so at vita at eg sleppi at trena sang og guitar, :D Jiiiha, tá bleiv eg glað! Tí tað var nemliga rættiliga ósikkurt um eg slapp, tí tað var einki pláss eftir, men eydnan var við mær ;)! So tað var ordiliga gott :)! Og hvat gjørdi eg ígjár?? - eg var í skúla, heim: VIKUSKIFTI!! síðani ótu vit, gjørdi sindur av skúlatingum, og síðani fór eg út at súkkla við vinfólkum :D! Vit súkklaðu í einari park, ið kallast Algeida :) Ordiliga pent har :) So súkklaðu vit yvir um eitt vatn, eftir einari sera hopputari brúgv, og síðani súkklaðu vit viðari, og komu so til endans til eina meega lekkra strond, har vit vassaðu og tóku myndir og sólaðu okkum eitt sindur :b ! men aja, síðani fóru vit heim hvør til sítt! Eg fór so undir brús, át, og so út við vinfólkunum á "the streets". So ja, tað er tað heila! Nú er klokkan nokkso nógv, og eg má heldur fara at gera meg klára ;) Síðani koma tvæt vinkonur forbí, og síðani fara vit :)
Alt tað besta <3
sakni tykkum har heima -muss og klemm<3
Birita.
Saturday, September 26, 2009
Subscribe to:
Post Comments (Atom)

No comments:
Post a Comment