Jah, nu var aftur eitt sindur síðani eg skrivaði :b ! Men her gongur strálandi! Um eina løtu fari eg yvir í skúlan við Manolo, men eg frai líka áðrenn at fortelja tykkum sindur um gjárdagin ;) !
ìgjár fór eg upp uml kl. 09:00, gjørdi meg kláran og át morgunmat og onnur ting sum til hoyra. So komu Alicia og Pablo forbíð eftir mær, og vit fóru so yvir í busssteðgistaðið :b Kósin var sett til Cádiz, sum liggur 5-10 min frá Puerto Real :b men aja, ígjár(13.09.2009) var ein sovorðin flúgvara festivalur, ella ikki beinleiðis festivalur, men eitt keeeeempi flúgvara show! Eg haldi tað er tað kuulasta eg nakrantíð havi sæð ;o ! men aja, so fóru vit so í bussin tá ið kl. var 11:30, og minnst til eg segði at Cádiz er eini 5-10 min. herfrá, men..... eg haldi vit vóru í bussinum 45-60 min., av tí at tað vóru so nógvir bilar og aðrir bussar í laaaangari bíðirøð, fyri at sleppa at síggja øll flogførini! So komu vit endiliga til Cádiz, tá ið kl. var uml. 12:30, og fóru næstan rennandi oman á strondina, fyri ikki at missa meira, tí at showi var longu byrja! åh, eg havi gloymt at nevna hvørji vóru við :b men tað vóru, Pablo, Alicia, Maria Jesus, Carola, Eze og eg :) ! men aja, tað var soleiðis at hetta showi fyrigekk altso uppi í luftini, og øll fólkini vóru samlað niðri á strondini! Eg haldi at tað er tann størsta fjøldin eg nakrantíð havi sæð :0) ! Men aja, so sótu fólk allastaðni, summi svumu í sjónum, onnur sólaðu sær, og hugdu eftir flogførum, osfr. Vit løgdu tingini uppi har sum strondin byrjaði, og so fóru vit oman til sjóðarmálan, tí har var sindur kaldari! Tað skal her sigast at tað var meega heitt ;o ! Fyri meg í hvussu er :b men so stóðu vit har og hugdu eftir flogførum. Tók nógvar myndir og eisini film, so tað skulu tit nokk sleppa at síggja ;) ! Men so flugu nógv flogfør saman, gjørdu nógv mynstur, og sovorðið meega flott ;o ! Tey koyrdu hvítan royk, reyðan royk, grønan og bláðan royk! aaah, kuul ;) og so vóru helikoptarir og nógv nógv onnur meega flott og kuul flogfør! Eisini eurofighter og øll møgulig! Og so eisini eitt flogfar sum lendi á sjónum og fylti vatn uppi í tanganar og fór so upp í luftini og sprøjtaði alt út ! Kuulens! :D Tað er sovornið flogfør tey nýta at sløkkja eld við (: og tá ið showi var við at enda, vóru tvey flogfør sum flugu runt og gjørdu alskins mynstur, og millum annað eitt reytt hjarta! Stórsta hjartaði eg havi sæð í mínum lívið :D! Men aja, eg komi ikki yvir hvussu kuul tað var! Og at eg einki havi vita um hatta áður.. men so var showi liðugt :( ! so fóru vit at eta, og aftaná tá fóru vit aftur á strondina, og lógu bara og tosaðu hugnaðu okkum og sólaðu okkum sindur(undir paraply :0).. ). og vit vóru á strondini til kl. var uml. 19-20 ! So ein laangur dagur við faktor 50 til mín :b ! haha.. men so pakkaðu vit saman, og fóru gangandi yvir eftir strondini áleiðis til bussin! Men so hoppaðu vit líka inn í McDonald at keypa McFlurry, jaaaammi :D me gusta mucho! síðani fóru vit heiim! So kom eg endiliga heim tá ið kl. var uml. 21:30-22:00, eftir ein laangan, stuttligan og sera góðan dag! og so alt tað vanliga, undirbrús, eta og so tosað við mammy og Guðrun <3 deiligt at síggja og hoyra tykkum aftur! :) síðani í song! So nú havi eg etið morgunmat lati meg í o.a., og Manolo og eg fara nú yvir í skúlan, tí hann skal orna okkurt! Men so seinni íkvøld fari eg í bio, við teimum sum eg var saman við ígjár, og sooo í skúla ímorgin! ... hetta var alt fyri hesuferð ;) alt tað besta <3 hoyrast..
Monday, September 14, 2009
Subscribe to:
Post Comments (Atom)

Hey góða:-)
ReplyDeleteStuttligt at síggja at tú er so røsk at skriva,nu fari eg at vita um hetta riggar
vh Mamma