Thursday, September 17, 2009

(17.09.2009) 3. dagur í skúlanum, Manuel de Falla.....

Nåh, nu havi eg longu verið í España í 13 dagar! Tíðin flýgur avstað! ..
men nú, havi eg verið 3. dagin í skúla, og tað gongur heilt okey, men tað er sera sera torført at fylgja við, tí alt fyrigongur á sponskum, eg meini ALT! Tað er bara í ensku tímunum eg hoyri annað mál! Men ju, fitt fólk og alt! Tað er ikki so stravið enn, men bíða bara, tað verður .... men ídag høvdu vit ítrótt, og tað var bara heilt fínt! Men aja, tað er ikki so nógv at siga. Tað er bara ein pausa ígjøgnum allan dagin, og vit ganga í skúla frá 08:00 til 14:30 !! So skúladagurin sær soleiðis út: 08:00-09:00, rokning, 09:00-10:00, musik, 10:00-11:00, spanskt, 11:00-11:30, pausa, 11:30 enskt, 12:30-13:30, søgu, 13:30-14:30 list., og soleiðis eru allir dagarnir í vikuni, bara við ymiskum lærugreinum!
Nú, um eina løtu fari eg at seta meg at gera heimaarbeiði í spanskari søgu! hehe :0)! Og síðani fari eg at keypa ting sum eg mangli, og síðani á jagt eftir ítrótti, ahah!!.. orsøkin til at eg sigi soleiðis, er tí at í gjár vóru Manolo, Maria Angeles og eg og hugdu runt her, men tað var bara basket ball og volleyball! :0) So nú fara vit aftur at royna ídag, og vita um vit ikki kunnu finna eitt av: badimton, fimleik, hondbólt ella okkurt! Eg fari nokk at dansa flamenco :D ! hehe .. tað gleði eg meg til :) !okkurt nýtt ;) Og so fari eg nokk eisini at windsurfa :D ! Og eitt sum eitur orientering, ella okkurt sovorðið! :0) tað er at ein rennur, og tað skal rennast eftir einum korti :) SO tað ljóðar nokkso interesant! Men eg má fara!... Vit hoyrast ;)
havi tað nú so gott øll har heima <3

1 comment:

  1. Hey góða:-)
    Stuttligt at síggja at tú ert so røsk at skriva
    Tað verður nokk so at eg má senda tær vátdraktina ha ha. Annars havi eg sent tær hasa níggju orðabókina (spansk-føroysk) so nu kunnu tey læra eitt sindur av føroyskum.he he
    Annika er akkurát farin til Havnar,hon hevur verið og vant og Svanna er farin í song.
    Her er keðiligt veður, regnar illa.
    Góða nátt.ZZZZ
    vh Mamma

    ReplyDelete