uhauha, tað er hent so ótrúliga nógv nýtt og spennandi at tað er ójørligt at fara at skriva aaalt niður :0) ! Men ja, vit taka tað frá byrjanini! Eg fór til lufthavnina i KBH kl. 13:30 fríggjadagin 04.09.2009 ! (: So fór eg umbo´rð á flogfari, við kós ímóti España. Flogtíðin var 3 tímar og 10 min, ca. ! Men ja, eg sat bara og tosaði við ein spanskan mann umborð á flogfarinum, (á enskum), og hann búði í Jerez, sum er beint norðan við Puerto Real, Cádiz, her sum eg búgvi nú! Hann fortaldi mær um alt møguligt um Cádiz o.a. so flúgvitúrurin var ikki so keðiligur, sum eg hevði vænta.. Tí eg eri jú einasti skiftisnæmingurin úr fo og dk. Men aja, komin til Madrid fór eg á vælkomulegu, og har vóru nógvir aðrir skiftisnæmingar, úr øllum heiminum ;) ! Vit ótu nátturað og høvdu eitt lítið møti, og so var kvøldið okkara. Vit gjørdu alt millum himmal og jørð, og tað var ordiliga stuttligt. Møtti nógvum nýggjum fittum fólkið. So fóru vit í song tá ið kl. var uml. 02:30 og uppaftur kl. 07:15 ! Síðani ótu vit morgunmat og so avstað við bussi. EG koyrdi í 7 tímar og 45 min. so tað var ein góóóóð løta :b Men komin til Cádiz, so stóð min "host" familja og bíðaði eftir mær. So heilsaðu vit uppá hvønn annan, og so fóru vit líka oman ímóti strondini(sum er MEEGA lekkur :D) at hyggja, tí tey vildu vísa mær la playa (strondina). Eftir tað fóru vit heim, og sótu so og prátaðu nógv, spurningar aftaná spurningar :b So tosaði eg við mammu og babba í tlf, og fortaldi teimum at eg var komin gott uppá pláss! Deiligt at hoyra málið í tykkum <3
So ótu vit nátturað (ikki ordiliga nakað fyri meg, tann spanski maturin, men vónandi verður hann tað seinni :b). So tá ið tað var blivi sindur seint, og øll vóru móð, fóru vit í song. So nú er tað dagurin í dag! Tað er ikki hent so forferdiliga nógv ídag, men jú, eg og Manuel "host father", hava verið úti og gingið ein túr í Puerto Real, og hann hevur víst mær eitt sindur av býnum (: og so heim, drukkið nógv vatn, og eti døgurða (heldur ikki so sera gott, men aja! Spanskar fiskarættir :b) so nú hava eg pakka út, so eg ikki noyðist at búgva í einum kufferti, og ja, tað hendur ikki so øgiliga nógv annað :b Men seinni í kvøld fara vit nokk á la playa (strondina).
Vit hoyrast øll somul! Alt tað besta herfrá <3
Besos :*
Sunday, September 6, 2009
Subscribe to:
Post Comments (Atom)

Det høres ut som om du også har det veldig fint i Spania!;) Klem<3
ReplyDelete